JN

Nettofráflytingin í august 2014 og 2015 helvtin av talinum fimm tey undanfarnu árini

...

2015-10-07 20:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tann 1. september var fólkatalið 48.979. Annars var fólkatalið tann 1. august komið upp um 49-túsund, til 49.181. Nú tað eisini er gjørt upp fyri tann stóra fráflytimánaðin august, minkaði fólkatalið nakað aftur, beint niður um tey 49-túsund.

Minkingin í august í ár er tó eins og í fjør nógv minni enn vanligt er fyri hendan mánaðin, tá eitt stórt tal av ungdómi fer av landinum í útbúgvingarørindum. Árini 2009 til 2013 var nettofráfráflytingin í august oman fyri 400, meðan hon var um 200 í august 2014 og 2015.

Sostatt heldur tann tendensurin fram, sum vit hava sæð síðstu tvey árini, við eini minkandi fráflyting. Tað gjørdi, at gongdin í fólkatalinum vendi til ein lítlan fólkavøkstur í 2013 við 117 fólkum og ein munandi fólkavøkstur í 2014 við 525 fólkum. Hendan gongdin er á leið tann sama nú í 2015. Í 12-mánaðarskeiðinum frá 1. sept. 2014 til 1. sept. 2015 hevur verið ein vøkstur í fólkatalinum á 510. Tað kemur av einum burðaravlopið á 231 og eini nettotilflyting á 279 í sama tíðarskeiði.

Niðanfyri eru talvur við nýggjastu íbúgvatølunum fyri høvuðsøkini, kommunurnar og oyggjarnar.

Dagførdu íbúgvatølini eru at finna í hagtalsgrunninum.

 

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder