Mentan

Netsølan til Summar Festivalin endar mikukvøldið

...

2015-07-13 15:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Netsølan av vikuskiftispassum til Summar Festivalin steðgar á midnátt mikukvøldið 15. juli.

Í løtuni ber til at keypa vikuskiftispass umvegis netsølu á heimasíðuni sf.fo og í Telebúðum kring landið, men nú verða atgongumerki bert selt online stutta tíð afturat.

Netsølan á heimasíðuni sf.fo steðgar á midnátt mikukvøldið 15. juli. Vikuskiftispass, ið ikki eru seld tá, verða seld umvegis Telebúðir.

Herfyri boðaði Summar Festivalurin frá, at bert 1000 vikuskiftispass vóru eftir, og tí verður eitt avmarkað tal av vikuskiftispassum selt afturat.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder