Í Hvonndeildini var lokaluppgerð í Høllini á Hálsi seinnapartin í dag, tá ið Neistin tók ímóti Kyndli. Neistin vann tryggan sigur 16-11 eftir at hálvleiksstøðan var 10-5 til Neistan. Dysturin var ein uppgerð millum bæði havnaliðini, um hvørt av teimum átti oddasessin í Hvonndeildini, undan dystinum var støðan, at Neistin hevði 19 stig og Kyndil 18 stig, men nú eftir dystin liggur Neistin klárt fremst í deildini við 21 stigum, ímeðan Kyndil framvegis hevur 18 stig.
Í fyrra hálvleiki vann Neistin 10-5, ímeðan liðini leiktu javnt í seinna hálvleiki 6-6.
Neistin: Fríða Petersen, Barbara Nólsoy, Lilja Mohr 1, Birita Jacobsen, Eir Berg 3, Ása Dam á Neystabø 1, Barbara Johannesen, Drós Ragnarsdóttir, Marjun Danberg 5, Nikoleta R. Hansen 3, Margith Weihe, Birita Wardum, Brynja Høj 1 og Jacklin Djurhuus 2.
Kyndil: Maja Dragolubovic, Vár Thomsen, Súsanna Petersen, Bára K. Hansen 1, Ásleyg Súnadóttir 1, Bjarta Johansen 1, Guðrun R. Olsen, Anna Brimnes 1, Turid A. Samuelsen 3, Jana Dam 1, Magna Tórðardóttir og Randi S. Wardum 3.
Støður:
5. min. 2-2
10. min. 3-4
15. min. 4-5
20. min. 5-5
25. min. 6-5
30. min. 10-5
35. min. 12-7
40. min. 12-8
45. min. 12-10
50. min. 13-10
55. min. 14-10
60. min. 16-11
Dómarar: Thomas Juul Thomsen og Gert Hansen.
Áskoðarar: 300
Ein annar dystur verður leiktur í Hvonndeildini í dag, hann er ímillum Stjørnuna og StÍF, har vann Stjørnan 20-17 eftir hálvleiksstøðuna 9-7.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald