Tað var lagt upp til ein spennandi dyst í dag, tá Neistin tók ímóti VB, tí undan dystinum lá Neistin nummar eitt, meðan VB lá nummar trý. Tað vóru bara tvey stig á muni millum liðini áðrenn dystin í dag.
Liðini byrjaðu eisini javnt, tey fylgdust til støðuna 4-4. Tá 17. min. vóru spældir hevði heimaliðið vunnið sær eina leiðslu á trý mál, tá var støðan 9-6. Hálvleikstøðan var 12-9.
Í seinna hávleiki kláraði VB at kempa seg upp aftur til javnleik, til støðuna 17-17, tá vóru 11. min. spældir av seinna hálvleiki. Neistin fekk síðani fýra mál, ímeðan VB einki fekk, so at tær komu uppá 21-17. Neistin vann dystin 28-25.
Hjá Neistanum fekk Bára Hansen flest mál, hon setti bóltin 6 ferðir í netið hjá VB. Hjá VB var Gintaré Butkeviciuté toppskjútti við 10 málum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald