Kyndil.fo skrivar:
Kyndilskvinnur spældu ein málfátækan javnleik ímóti Neistanum í dag, 15-15. Stigið var kærkomið og uppiborið. Kyndilsmenn svóvu frá byrjan og komu afturum 10-2. Tá gjørdist mótbrekkan tung. Teir javnaðu í síðsta minutti, men taptu kortini
So hava fyrstu grannauppgerðirnar við Neistan verið í ár, og tær kundu gingið betur, men tær kundu eisini gingið verri.
KVINNUR: Kyndil-Neistin 15-15 (7-9)
Ongin Barbara Brauer var við Neistanum á hesum sinni, og tað sást á øllum brøgdum. Striltið gekst hjá Neistanum at skjóta nóg mikið av málum, men tað gjørdi tað eisini hjá Kyndli, serliga í fyrra hálvleiki.
Neistin kom á odda við trimum málum og økti so upp í 9-4. Hesa løtuna stóð Fríða væl í bláa málinum, og trupult var hjá okkara at skora. Beint upp undir hálvleik skoraðu kyndilskvinnur trý góð mál, og so var samband aftur við Neistan, 9-7.
Í seinna hálvleiki hildu okkara fram at elta Neistan, og tá Anna Sofía Hjalt Mohr leyp inn og skoraði til 11-10, var Kyndil á fyrsta sinni á odda. Kristina í kyndilsmálinum var ein sannur brandur í seinna hálvleiki. Hevði eina løtu fimm bjargingar á rað.
Neistin fekk ikki ferð á sítt spæl í seinna hálvleiki, og tað knípti eisini við sjálvsálitinum hjá skjúttunum, sum ofta tveittu bóltin víðari heldur enn at skjóta. Jacklin Durhuus skoraði so trý góð mál, og Neistin kom framum 15-13.
Hendan støðan helt sær ikki, tí kyndilskvinnur vildu bara ikki tapa í dag, og endaliga úrslitið gjørdist 15-15. Ikki vóru álopini hjá liðunum sannførandi, men verjurnar vóru góðar - eins og málverjarnir.
Málskjúttar hjá Kyndli: Simona Petersen 6, Anna Brimnes 3, Anna Sofía Hjalt Mohr 2, Anja Heinadóttir 2, Bára K. Hansen 1 og Jórun Ludvig 1.
MENN: Kyndil-Neistin 26-27 (10-18)Farna kappingarár tveittu kyndilsmenn fleiri stig burtur ímóti Neistanum, tí teir spældu ikki við fullari ferð ímóti teimum bláu. Hetta skuldi ikki henda í dag, vóru menn samdir um, men júst hetta hendi kortini.
Neistamenn løgdu fyri við fullari ferð og komu á odda 5-1. Hetta átti at verið ávaringin til teir grønu um, at dysturin kundi gerast heilt stríggin, um ikki gongdin varð vend. Lítla løtu seinni var støðan 10-2. So var dysturin av álvara trupul!
Tá munurin minkaði niður í 11-8 miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tóktust kyndilsmenn at vera komnir á lagið, men so mistu teir aftur takið, og Neistin var á odda heili 18-10 í hálvleikinum.
Áskoðararnir hugleiddu í hálvleikinum um, at VÍF farna vikuskifti vann 10 mál inn á Kyndil í seinna hálvleiki, so átta mál kundi Kyndil eisini klára ímóti Neistanum. Okkara javnaðu eisini til 26-26, tá knappur minuttur var eftir.
Men lagnan var ónd við kyndilsmenn síðsta minuttin. Jón Ludvig hjá Neistanum skuldi helst verið dømdur fyri trok, tá 10 sekund vóru eftir, men fekk 3-meturkast. Bólturin varð loraður út á vongin, sum í síðsta sekundi skoraði til 27-26 til Neistan.
Soleiðis fer leikur viðhvørt. Tað góða var, at Kyndil vann seinna hálvleik 16-9 og løtuna frá 13-21 til 20-21 heili 7-0. Hetta var í sjálvum sær eitt fínt avrik. Men verjan má fáast upp á pláss næstu ferð, tí Mladen var mangan prísgivin í málinum.
Málskjúttar hjá Kyndli: David Edvardsen 11, Finnur Hansson 8, Høgni Klein Olsen 3, Oyvindur Lutzen 2, Josef Abrahamsen 1, Janus Einar Sørensen 1.
??happiðSteðgur var í seinna hálvleiki í nærum 20 minuttir, tí Andras Joensen hjá Neistanum datt óheppið eftir eina skotroynd og breyt vinstra arm. Sjúkrabilur kom á staðið, og hendingin legði ein døkkan skugga á dystin.
Eyðsýnt var, at armurin má í gips næstu vikurnar, og vit í Kyndli harmast saman við Andrasi og Neistanum um, at so illa skuldi vilja til í dag. Andrasi ynskja vit góðan og skjótan bata og Neistanum til lukku við sigrinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald