Ítróttur

Neistin vann í Kollafirði - myndir

...

2016-12-10 17:55 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
KÍF tók í dag móti Neistanum í FTZ-deildini. KÍF fekk fyrsta málið í dystinum, men tað var eisini einastuferð teir vóru á odda, Neistin fekk eina flúgvandi byrjan uppá dystin - eftir 10. min. var Neistin á odda 1-8. Eftir tað skiftust liðini at fáa mál, og fóru til hálvleiks við støðuni 11-15 til Neistan. Í seinna hálvleiki leikaði javnt á, og vann Neistin dystin 21-25.
Samanumtikið kann sigast, at sigurin var uppiborðin, neistamennirnir dugdu betri at fáa valuta fyri teirra kjansir - enn hvat kollfiðringarnir dugdu.

KÍF: Marcus Mølbjerg, Andrias Nielsen 4, Tony Weyhe 1, Teitur Joensen, Jákup Trygvason 1, Vilhelm Magnussen 1, Frederik Sørensen 2, Rógvi Weyhe, Fríði Weyhe 9, Rúni Joensen 3 og Ási Dam.

Neistin: Nicolas Satchwell, John í Innistovu 2, Pál Niclasen 2, Andras Joensen, Rune Olsen, Rói B. Hansen 8, Herbjørn Lava 1, Torstein Balle 1, Pætur Mikkjalson 1, Christopher Moe 7, Hjalti í Jákupstovu, Terji Mørk, Torkil Henze og Frank Askildsen 3.

Støður í dystinum:
5. min. 1-6
10. min. 1-8
15. min. 5-10
20. min. 6-11
25. min. 9-14
30. min. 11-15
35. min. 13-17
40. min. 14-17
45. min. 15-18
50. min. 16-20
55. min. 17-21
60. min. 21-25

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder