Neistin vann uppibornan sigur á Kyndli í CocaCola-finaluni hjá kvinnum - úrslitið gjørdist 24-19 til Neistan eftir hálvleiksstøðuna 11-9.
Sigurin hjá Neistanum var fult uppiborðin - kyndilskvinnurnar gjørdu alt ov nógvar feilir og teir kosta serliga nógv í eini finalu. Verjan og málmaðurin hjá Neistanum stóðu betri enn hjá Kyndli - kyndilskvinnurnar høvdu stórar trupulleikar, at koma ígjøgnum verjuna hjá Neistanum.
Bestu leikarar á vøllinum vóru fyri Neistan útlendski leikarinMilica Rankovic, sum fekk 11 mál og spældi ein sera góðan dyst fyri Neistan.
Hjá Kyndli var tað Aslaug Sunadóttir, sum kláraði best, hon sat á beinkinum og leingi, men tá ið hon kom inn vísti hon sínar dygdir - Aslaug gjørdi ongan feil og skoraði fleiri mál fyri Kyndil.
Hjartaliga tillukku Neistin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald