Ítróttur

Neistin vann bæði Lionsbikøruni

...

2015-09-14 13:16 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

HSF: Neistin fór avstað við báðum Lionsbikørunum á Hálsi í kvøld. Neistin vann kvinnudystin móti Kyndli 30-25 eftir longda leiktíð. Støðan í hálvleikinum var annars 15-10 til Kyndil, men vann Neistin seg fram um 22-18 í seinna hálvleiki áðrenn Kyndil svaraði aftur til støðuna 23-23 eftir 60 minuttir. Hereftir var leikt 2??5 min. og her var Neistin stinnari.

Málskjúttar vóru hjá Neistanum:
Ása Dam á Neystabø 10, Marjun Danberg 7, Nicoleta Rado Hansen 6, Eir Berg 5, Lilja Mohr 2

Málskjúttar hjá Kyndli:
Marianna Geirsdóttir Eystberg 8, Anna Brimnes 4, Turið Arge Samuelsen 4, Ásleyg Súnadóttir 4, Bjarta Johansen 3, Bára K. Hansen 2

IMG_4476

Hjá monnunum vann Neistin heldur óvæntað ein greiðan 32-26 sigur, eftir 16-15 til VÍF í hálvleikinum. Liðini skiftust um leiðsluna í fyrra hálvleiki, men sóu vestmenningar út til at hava lættari við at koma til málini. Gongdin helt áfram til miðjan seinna hálvleik, tá Neistaverjan gjørdi tað sera trupult hjá vestmenningum og vóru teir eisini óneyvir í skotunum. Neistin økti spakuliga um leiðsluna og hjálpti tað ikki at VÍF royndi seg við offensivari verju.

Málskjúttar hjá Neistanum vóru:
Rói Berg Hansen 8, Andras Joensen 7, Jugoslav Djumic 6, Teis Horn 5, Tommy Fletcher 5, Hjalti í Jákupstovu 2

Málskjúttar hjá VÍF vóru:
Áki Egilsnes 7, Filip Jojic 6, Sjúrður Olsen 4, Julian Olsen 3, Andrias Eriksen 3, Hanus Christophersen 2, Jón Muller 1

Í hálvleikinum handaði Lions Annfinni Heinesen, skúlastjóra á Føroya Fólkaháskúla, 35.000 krónur til arbeiði við at bøta um standin á skúlanum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder