Ítróttur

Neistin vann á H71 í kvøld

...

2016-10-06 21:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

H71 var favorittur at vinna dystin á Hálsi í kvøld móti Neistanum, men Neista mennirnir vístu, at eingin skal halda at dysturin er vunnin áðrenn hann leiktur. Neistin byrjaði dystin betri, og fingu sær beinavegin ein mál mun uppá 2-3 mál, tá teir vóru longst frá H71 var støðan 14-8, H71 fekk minkað um munin niður í fýra mál áðrenn hálvleik.

H71 kom miðskeiðis í seinni hálvleiki niður á ein málmun uppá tvey mál 19-17, men so gekk ikki meira, Neistin vann dystin 26-23.

Neistin: Eliesar Rubeksen, Nicoholas Satwell, John í Innistovu 3, Rasmus Muller, Andras Joensen 1, Beinur Davidsen, Rói Berg Hansen 5, Herbjørn Lava, Torstein Balle, Pætur Mikkjalson, Christoffer Moe 5, Hjalti í Jákupstovu, Terji Mørk, Torkil Hentza 5, Framk Askildsen 3 og Teis Horn 4.

H71: Ári Dam, Jens á Skipagøtu, Rúni V. Højgaard 2, Bogi G. Davidsen 1, Pætur Thomsen 2, Hans Kári Hansen, Sigmundur Dahl, Sigmundur Nolsø, Andor Sivertsen 2, Helgi Hoydal 4, Peter Krogh 4, Danjal Torgarð 5, Jónas Djurhuus 3 og Tróndur Arge.

Støður í dystinum:

5. min. 3-2

10. min. 5-3

15. min. 8-5

20. min. 9-6

25. min. 11-7

30. min. 14-10

35. min. 15-11

40. min. 17-13

45. min. 19-17

50. min. 22-19

55. min. 23-21

60. min. 26-23

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder