Neistin tók í dag móti Team Klaksvík í bólki 2 í Coca-Cola steypakappingini hjá monnum. Vann Neistin dystin við meira enn 9 málum, so skuldu teir møta StÍF í steypakappingini, um ikki so skuldu teir møta H71.
Dysturin byrjaði javnt, og eftir 6. minuttir var støðan 3-3, men tá fór Neistin frá Team Klaksvík. Eftir 15. minuttir var støðan 7-4, og hálvleiksstøðan var 15-11 til Neistan.
Neistin byrjaði seinna hálvleik sum eitt ódnarveður, og vóru á odda 20-13 eftir 38. minuttir. Eftir 15. minuttir var støðan 24-15. Neistin vann dystin 33-21.
Neistin skal møta StÍF í hálvfinaluni, meðan KÍF og H71 møtast í hinari hálvfinaluni.
Neistin: Bjørn M. Mohr, Nicholas Satchwell, Jóhan í Innistovu 6, Rasmus Muller, Andras Joensen 5, Regin Petersen 2, Rói Berg Hansen 9, Sjúrður Thomassen 1, Herbjørn Lava, Pætur Mikkjalson, Hjalti í Jákupsstovu, Torkil Hentze 3, Terji Mørk 1, Jugoslav Djumic 2 og Teis Horn Rasmussen 4.
Team Klaksvík: Aron Kallsberg, Kris Rothaus, Dánjal Kjørbo 1, Hanus Norðberg 4, Bogdan Florea 3, Beinir Johannesen 1, Jákup Joensen, Vilhelm Vilhelmsen 4, Andrias Ellingsgaard 5 og Jans Pauli Mohr 3.
Støður:
5. min. 3-2
10. min. 6-4
15. min. 7-4
20. min. 11-6
25. min. 13-9
30. min. 15-11
35. min. 18-12
40. min. 21-14
45. min. 24-15
50. min. 26-18
55. min. 30-19
60. min. 33-21
Dómarar: Heri Petersen og Jákup S. Simonsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald