2014-11-28 03:58
Ein dystur hevur í kvøld veri í Atlantic Airways deildini hjá monnum. Dysturin var millum Neistan, sum tók ímóti Team Klaksvík i høllini á Hálsi.
Dysturin byrjaði javnt, tá 11. min. vóru spældir var støðan 4-3 til Neistan. Sìðani fær Neistin 4 mál, áðrenn Team Klaksvík klárar at svara aftur, og støðan eftir 16. min. var 8-4. Liðini fóru til hálvleik við støðuni 16-8 til heimaliðið.
Í seinna hávleiki skiftast liðini at skora, Neistin vinnur seinna hálvleik við einum málið, og vinnur dystin við 9 málum.
Toppskjúttar í dystinum vóru, fyri NeistanTommy Fletcher og John í Innistovu við hvør sínum 9 málum. Fyri Team Klaksvík var tað Dusko Petrusic, sum fekk 7 mál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald