Ein dystur hevur verið í Elektron deildini í kvøld, Neistin tók ímóti VÍF.
Neistin vann tepran sigur á VÍF-kvinnunum 28-26 eftir hálvleikstøðuna 14-11. Neistin førdi allan fyrra hálvleik og kundu fara til hálvleik við 3. málum frammanfyri VÍF.
Men VÍF legði sera hart út í seinna hálvleiki, tær tóku leiðsluna, men Neistin vendi gongdini eftir eitt time-out, sum tær tóku longu eftir at 4 min. vóru leiktir av seinna hálvleiki, tær hildu eisini leiðsluni og vunnu við tveimum málum 28-26.
Málmaðurin hjá Neistanum stóð væl, men eisini vóru VÍF-kvinnurnar sera óhepnar, tær høvdu fleir skot á stengur og yvirleggjara, so um tær vóru eitt vet neyvari - høvdu fleiri av møguleikunum givið mál.
Neistin: Fríða Petersen, Súsanna Nolsoy, Birita Jacobsen 5 og eina útvísing, Eir Berg 5, Barbara Johanesen, Bára Hansen 5, Marjun Dannberg 3 og eina útvísing, Birita Wardum 2 og eina útvísing, Kristina Djurhuus, Kristianna Ísalle, Eyðvør Á Dungu, Nicoleta Hansen 4 og Jacklin Djurhuus 4 og tvær útvísingar.
VÍF: Steinbjarta Marnersdóttir, Viviann Petersen, Tóra Seloy 1, Liljan Djurhuus 8, Rakul Joensen 2, Durita Christophersen 3 og eina útvísing, Durita Ljósstein 2, Fríða Marjunardóttir 1, Daniella Joensen, Eilin Hansen 5 og eina útvísing, Agnas Olsen 4.
Støður:
5. min. 3-1
10. min. 6-4
15. min. 7-5
20. min. 9-8
25. min. 11-10
30. min. 14-11
35. min. 14-15
40. min. 17-16
45. min. 19-18
50. min. 21-20
55. min. 25-22
60. min. 28-16
Dómarar: Arnar Dam og Gert Hansen, tað var sagt úr Høllini á Hálsi at teir báðir komu væl frá dømingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald