2015-12-07 01:00
Neistin tók í dag móti StÍF í FTZ-deildini, dysturin var leiktur á Hálsi í Havn.
Dysturin byrjaði sera javnt, tað var StÍF ið fyri legði seg á odda, men eftir 6. minuttir kom Neistin á odda fyri fyrstu fer í dystinum, tá teir komu uppá 2-1. Liðini fylgdust allan fyrra hálvleik, og skift var við at vera á odda. Hálvleiksstøðan var 14-14.
Fyrsta løtan í seinna hálvleiki avgjørdi dystin, eftir 11. minuttir hevði Neistin vunni sær eina trý málsleiðslu, og vóru framman fyri 19-16. Dysturin endaði 25-22.
Toppskjúttar í dystinum vóru: Fyri Neistan Rói Berg Hansen og Teis H. Rasmussen ið fingið 6 mál í part. Fyri StÍF var tað Kjartan Johansen ið fekk 7 mál.
Les eisini: KÍF vann uppibornan sigur á VÍF - myndir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald