2015-03-07 05:01
VB tók í kvøld ímóti Neistanum í Vági.
Hetta var helst seinasti møguleikin hjá VB, at hanga við í kappingini um pláss til FM-finaluna.
Tað var heimaliðið úr Vági, ið fekk fyrsta málið, og tað var eisini einastu fer, at VB var á odda í dystinum. Neistin kom minuttin seinni uppá javnleik, liðini fylgdust væl til hálvleiks, men Neistin kundi fara við einari eitt málsleiðslu 8-9 til stegðin.
Neistin fekk trý mál, áðrenn VB fekk sítt fyrsta í seinna hálvleiki, sigast kann at málverjin hjá Neistanum Fríða Petersen stóð ein góðan dyst, og tók nógv skot frá VB spælarnum. Neistin vann dystin 16-24.
Besti skjútti hjá VB var Helga E. Kjærbo við 4 málum, og hjá Neistanum var tað Nicoleta R. Hansen við 6 málum.
Støðan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald