Ítróttur

Neistin vann 17-12 á Kyndli

...

2016-03-17 19:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hvonnliðini hjá Kyndli og Neistanum møttust í kvøld í høllini á Hálsi. 

Fyrri hálvleikur gjørdist sera málfátakur. Tað skuldu ganga heili 24. minuttir áðrenn 4. málið í dystinum kom, tá legði Neistin seg á odda 1-3. Hálvleiksstøðan var 4-6.

Í seinna hálvleiki komu fleiri mál, tá ið 8. minuttir vórðu leiktir av seinna hálvleiki hevði Kyndil javna til 8-8, men so steðgaði upp, og Neistin fór aftur frá teimum grønu. Neistin vann dystin 12-17.

Kyndil: Vár Thomassen, Súsanna Petersen, Marianna G. Eystberg 6, Ásleyg Sunadóttir 1, Bjarta Johansen, Guðrun R. Olsen 1, Anna Brimnes 2, Turid A. Samuelsen 2, Irena Dam, Hanna Hansen, Maja Dragdjubovic, Anja Heinadóttir og Magna Tórðardóttir.

Neistin: Fríða Petersen, Súsanna Nólsoy, Lilja Mohr 6, Birita Jacobsen 1, Eir Berg 2, Barbara Nólsoy, Barbara Johannesen, Drós Ragnardóttir 1, Marjun Danberg, Nicoleta Hansen 3, Margit Weyhe, Katrin á Neystabø 1, Brynja Høj 2, Rakul Augustinesen og Jacklin Durhuus 1.

Støður:

5. min. 1-1

10.min. 1-1

15. min. 1-1

20. min. 1-2

25. min. 2-3

30. min. 4-6

35. min. 6-8

40. min. 8-9

45. min. 8-11

50. min. 8-15

55. min. 11-16

60. min. 12-17

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder