Sambært úrskurðinum, so hevur VÍF ikki brúkt møguleikan, at gera viðmerkingar til málið.
Aganevndin víðvíkjandi hálvfinalunum í Coca-Cola kappingini millum Neistan og VÍF
Aganevndin staðfestir út frá upplýsingunum frá umsitingini, at Elisabet Vang var á dómaraseðlunum. Neistin hevði ikki biðið um undantaksloyvi til leikaran, sum er fødd 24.04.98, í sambandi við dystirnar.
Kappingarreglurnar áseta:
2.1 Kappingar kunnu vera í hesum nevndu bólkum:
a) Vaksin - spælarar skulu hava fylt 17 ár fyri 1. januar í kappingarárinum fyri at hava loyvi at spæla í fremstu kappingardeildunum. U16 dreingir kunnu eisini leika í 3. bestu deild og lægri deildum. U17 gentur kunnu eisini leika í 2. bestu deild og lægri deildum.
Sambært greinini omanfyri kann Elisabet Vang ikki spæla í bestu deildini í landskappingini. Hinvegin kann hon, sum gentur 17 leikari, spæla við 1. deild (næstbesta deild). Aganevndin metir ikki, at steypakappingin skal roknast sum fremsta kappingardeild, og er henda ásetingin tískil ikki galdandi fyri steypakappingina. U17 gentur kunnu tískil leika við øðrum liðum, sum luttaka í steypakappingini.
Reglugerð fyri steypakappingina hjá teimum vaksnu ásetur:
§ 1 Lið í fremstu kvinnu- og mansdeildini, 1. deild og 2. deild kunnu melda til steypakappingina hjá teimum vaksnu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald