2015-03-16 01:58
VÍF tók í dag móti Neistanum í Hvonn-deildini, lagt var upp til ein spennandi dyst, tí at áðrenn dystin vóru tað bara 5 stig íð skiltu liðini, har Neistin er á fyrsta plássi og VÍF á triða plássi, tó við einum dysti minni.
VÍF kom á odda 2-1, men eftir tað stegðaði fulkomuliga upp hjá VÍF, og tær bláu úr Havn komu á odda 7-3 eftir 10. min. Neistin bleiv við at koyra á, og kundi fara til hálvleiks við støðuni 10-20. Dysturin var tí longu avgjørdur.
Í seinna hálvleiki var eitt sindur tættari, og VÍF-damurnar komu eitt sindur betri við, liðini skiftust við at skora, og endaliga úrslitið gjørdist, at Neistin vann dystin 32-23.
Besti skjútti hjá VÍF var Agnas Olsen við 6 málum, og hjá Neistanum var tað Milica Rankovic við 9 málum.
Støðan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald