JN.fo hevur sett Jónleif Sólsker venjara hjá Neistanum í FTZ-deildini nakrar spurningar um komandi kapping - Jónleif metir eina javna kapping, har øll koma at taka stig frá øllum.
Neistin skal spæla sín fyrsta dyst 23. september, tá hitta teir H71 í Hoyvíkshøllini.
Hvat
vænta tit av kappingarárinum?
Eg vænti
eina sera spennandi kapping í ár. Liðini tykjast at verða
jøvn, so eg vænti at øll fara at taka stig frá hvørjum øðrum
Hvat er
tykkara mál?
Okkara mál er at verða í topp 4. Vit fara at
stremba eftir at koma í aðra finaluna.
Hvat er
tykkara besta vápn?
Okkara styrki er gott verjuspæl og góðar
málmenn, og so taka vit fað harífrá.
Hvørji
lið vænta tit fara, at kappast um FM-heitið?
Sum sagt áður, so vænti eg eina sera spennandi
kapping, men eitt lið sum H71, sum hevur fingið ein stórskýtta á liðið, verður ein av
favorittinum til eitt finalupláss. KÍF hevur fingið nýggjan venjara - og Niclas
Selvig er við aftur, so teir koma at verða ovarliga. Kyndil hevur fingið
Hørdur, so teir verða eisini við. VÍF er kanska viknað eitt sindur í
verjupartinum, men teir hava somu álopsketuna sum fjør, og tá skoraðu teir nógv
mál. Hjá Stíf var liðið hart rakt av
skaðum í fjør, men um allir spælaranir verða klárir hjá teimum, so verða teir
við í kappingini um finalupláss.
Hvussu
sær tykkara hópur út?
Vit hava sama fólk sum í fjør, tó hava vit mist Mikkja i málinum (lestrarørindir)
Hvørjar
spælarar hava tit mist?
Sum sagt, so hava vit mist Mikkjal. Onkur at
stuðulsleikarinum er skaddur í løtuni, men vónadi verður hann skjótt klárur aftur.
Hvørjar spælarar hava tit fingið?
Vit hava fingið tveir nýggjar málmenn: Jann
Pauli Toft Johannesen og Nicholas Satchwell.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald