Ítróttur

Neistakvinnur vunnu tryggan sigur á Kyndli - 25-17

...

2016-04-20 18:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fyrra kvinnufinalan millum Neistan og Kyndil varð leikt í Havn í kvøld, Neistin vann tryggan sigur 25-17 eftir at hava ført allan dystin - hálvleiksstøðan var 12-7.

Tað var eisini Neistin, sum byrjaði betri, serliga vísti Fríða Petersen gott málmansspæl, Neistin førdi 4-2 eftir at 10 minuttir vóru leiktir, støðan í 22 min. var 9-4 og Neistin kundi fara til hálvleiks við leiðsluni 12-7, tað sá nú út til at dysturin var avgjørdur.

Gongdin var tann sama í seinna hálvleiki, serliga runnu neistakvinnur frá kyndilskvinnum teir seinastu minuttirnar, helst tí at kyndilskvinnurnar gjørdust ov grammar og Neistin dugdi at brúka støðuna.

Toppskjúttar gjørdust - fyri Neistan Marjun Danberg 8 mál og fyri Kyndil Marianna Eystberg 5 mál.

Støður í seinna hálvleiki.

45. min. 18-12

49. min. 19-14

52. min. 20-15

58. min. 23-17

60. min. 25-17.

Seinni finaludysturin verður leygardagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder