Politikkur

Nei til samkynt hjúnaband

...

2015-08-28 23:18 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nei til fjølbroytni, ymiskleika, kærleika og javnrættindi? Nei til eitt tíðarhóskandi samfelag?


??giligt tú ert neiligur, ótolerantur, snævurskygdur, fýrkantaður, litleysur, kærleiksleysur, og alt hugsandi ringt, um tú ikki ynskir at broyta hjúnabandið.
Hetta er áskoðanin og tankagongdin, sum vit øll fáa trýst niðuryvir okkum. Og hóast hetta átti at verið ein mótsøgn, so er hetta í navni tolsemis, at teirra áskoðan verður bukað niður í høvdið á okkum øllum.

Tú kennur heilt víst onkran samkyntan, møguliga vinfólk ella onkur í familjuni. Og tú ynskir sjálvsagt, at tey skulu kenna seg viðurkend og elskað fyri hvørji tey eru. Tað er sjálvsagt eisini tí, at hetta evnið er so eymt.
Men í veruleikanum sigur tú ikki nei til nakað. Tú kann gott vísa teim samkyntu somu viðurkenning og sama kærleika, sum øll hava rætt til, uttan at ynskja at broyta hjúnabandið. Ofta hoyra vit sum grundgeving fyri at broyta hjúnabandið; ???hví ikki?.. hví kunnu øll ikki hava rætt til at giftast????
Tað er hetta, sum eg ynski at varpa ljós á í hesum lesarabrævinum. Tú kann heilt víst ynskja at varðveita tað siðbundna hjúnabandið, uttan at vera ímóti rættindum ??? í veruleikanum vera fyri rættindum!

Alt hevur ein týdning og eina funktión
Tað verður ein mynd teknað av okkum øllum, sum eru av tí áskoðan, at núverandi hjúnaband veruliga hevur ein grundleggjandi týdning og funktión, og sum tí ikki kann broytast uttan at núverandi týdningurin og funktiónin blíva burtur.
Tvey pluss tvey eru fýra. Tað hevur ein ávísan týdning, nevniliga at siga okkum hvat tvey og tvey er samanlagt. Tá ið vit skilja týdningin, hevur støddfrøðin eina funktión at hjálpa okkum at leggja saman í ymsu viðurskiftunum, vit hava tørvin á tí.
Um vit ynskja, so kunnu vit siga, at tvey pluss tvey er fimm, men tað gevur ikki meining, tí tá missur støddfrøðin sín týdning at siga nakað sum helst veruligt, og sína funktión til at brúkast til nakað sum helst.
Landið er áhugað í núverandi týdninginum og funktiónini av hjúnabandinum, har hjúnabandið er ein familjustovnur (týdningurin), sum tryggjar børnunum bestu og tryggastu karmarnir (funktiónin).
Tvey biologisk foreldur eru betur fyri barnið, enn um barnið saknar annað ella bæði foreldrini.


Tað er tí ikki orsakað av, at landið hevur serligan áhuga í romantikki, at tað hevur áhuga í hjúnabandinum, men orsakað av at landið hevur áhuga í at stuðla tí besta familjustrukturinum.
Hugsa eina løtu um hetta! Hví hava vit ikki skrásett vinarløg? Tí tað er fullkomiliga óáhugavert fyri landið! Somuleiðis er skrásett parlag fullkomiliga óáhugavert fyri landið, tí landið hevur einans áhuga í hjúnabandinum, um tað er við til at stuðla einum familjustrukturi, sum er betur enn onkur annar!
Samkynt hjúnaband krevur, at barnið saknar annað ella bæði biologisku foreldrini. Tí hevur landið ikki áhuga í at broyta hjúnabandið og eggja til ein slíkan familjustruktur. Allir familjustrukturar eru loyvdir, men tann sum er best fyri barnið ??? tann, sum tryggjar barninum rættin til bæði foreldrini ??? er tann, sum landið eggjar til og stuðlar við siðbundna hjúnabandinum.
Hjúnabandið millum mann og kvinnu er tí ein rættur, sum børnini njóta ágóðan av.

Eg eri fyri hjúnabandinum
Eg eri ikki ímóti kærleika, fjølbroytni, ymiskleika, javnrættindum ella nøkrum slíkum. Eg eri fyri, at øll skulu fáa so góða viðferð sum møguligt. Men hjúnabandið snýr seg fyrst og fremst um at tryggja børnunum rættin til síni foreldur! Eg eri fyri siðbundna hjúnabandinum, sum er ímillum mann og kvinnu, tí eg eri fyri, at sum mest møguligt stuðla rættindinum hjá barninum til bæði síni foreldur.

Valið 1. septembur
Tað er ringt at sannføra nakran, sum er av eini aðrari áskoðan. Men eg vóni at tú, sum lesur hetta, fer at hugsa væl um, hvørjum tú gevur tína atkvøðu tann 1. septembur.
Vónandi velur tú ikki tað, tú velur, orsakað av ???bólkatrýstinum???, sum í løtuni er í okkara samfelag.
Mín vón er, at tú hugsar um tær grundgevingarnar, eg havi givið, og at tú fert at síggja týdningin, sum siðbundna hjúnabandið hevur fyri okkara børn, áðrenn tað er ov seint.

Gott val! :)

Vinaliga

Rasmus Hammer, valevni fyri Miðflokkin


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder