2017-03-01 17:02
Vit verða áhaldandi ávarað um upphiting av jørðini, náttúrutýningar og hvørjar avleiðingar okkara lívstílur hevur fyri umhvørvið. Nú skulu vit til at føra veruligan umhvørvis politikk. Oljuleitingar og tungoljuorkuverk hoyra fortíðini til fyri øll heimsins lond og eisini Føroyar.
Nýggja samgongan skrivaði undir samgonguskjalið 14. september í 2015. Um umhvørvið ljóðaðu føgru orðini:
???Umhvørvis- og náttúruvernd skulu uppraðfestast til gagns fyri verandi og komandi ættarlið. Ferð skal av álvara setast á at leggja orkunýtsluna um, so vit gerast sjálvveitandi við grønari orku.???
Eitt stig fram og tvey stig aftur
Tað er líkt til, at talan bert er um føgur orð. Meðan alt ov lítið er hent á umhvørvisøkinum, er eitt av fyrstu umhvørvisátøkunum at seta 4. útbjóðingarumfar í gongd, har feløg kunnu senda umsókn inn fyri at leita eftir olju á føroyska landgrunninum. Aftrat hesum skal tað eisini gerast lættari og smidligari hjá feløgunum at leita. Hetta er undir alt lágmark.
Føroyar samtyktu í fjør veðurlagsavtaluna COP21 í Paris saman við 194 øðrum londum, og avtaluna skulu vit halda. Hetta merkir, at vit ikki eingongd kunnu brenna oljugoymslur, vit kenna í dag, tí so fer CO2 útlátið væl útum markið, um vit skulu halda málinum, at jørðin ikki skal hitna meir enn 1,5°C. Vit mugu tí gevast at leita eftir nýggjum oljukeldum.
Stórir vandar eru við oljudálking, tá borað og leitað verður eftir olju, har oljulekar gera seg inn á umhvørvi. Í havumhvørvum síggja vit longu í dag, at koralriv, skeljadjór og plantu- og djóraæti mistrívast av nógva CO2 útlátinum, ið ger havið alsamt súrari. Súra havumhvørvið ávirkar fiskasløgini, hvalir og tí eisini okkara fiskivinnu.
Tað er heilt burturvið, at landsstýrið gongur á odda at gera støðuna fyri okkara ríka havtilfeingi uppaftur verri.
Grønar Føroyar
Føroyar skulu heldur ganga eina heilt aðra leið. Vit hava sum tjóð gylta møguleikan at gerast undangongu land innan grøna orku og umhvørvispolitikk. Latið ikki hendan møguleikan fara til spillis.
Ein góður umhvørvispolitikkur leitar ikki eftir stuttskygdum vinningum, men eftir varandi loysnum, sum koma umhvørvinum, okkum og eftirkomarum til gagns.
Ein góður umhvørvis- og orkupolitikkur leggur orkuna og pengar í grønar loysnir. Hetta er vegurin fram, og hetta er leiðin, vit skulu ganga.
Vit vilja tí staðiliga heita á landsstýrismannin í vinnumálum, Poul Michelsen, at taka uppskotið um 4. útbýtingarumfar aftur, soleiðis at vit steðga oljuleitingini.
Vegna Unga Tjóðveldið
Elsa Berg, forkvinna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald