Vinna

Nei, her er onki løgfrøðiligt ivamál

...

2016-03-31 16:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Petur Elias Nielsen, løgfrøðingur, skrivar viðmerking til grein á JN.fo

Á tunnilsfundinum á Giljanesi høvdu fleiri hug til at gera tað til eitt løgfrøðiligt ivamál, um gjaldið í Vágatunnilinum kann takast av ella ikki.

Tað er harmiligt, at løgfrøðin á hendan hátt verður brúkt - ella rættari misbrúkt - av politikarum í eini roynd at sleppa sær undan at halda eina avtalu, ið enntá er samtykt av Føroya Løgtingi sum lóg.

Ført varð m.a. fram á fundinum, at andsøgn er í lógartekstinum og í viðmerkingunum til lógina, og at tað tí er løgfrøðiliga ivasamt, um íløgan frá landinum á 160 mió ikki eisini skal vera afturgoldin av brúkarunum, áðrenn bummgjaldið kann takast av
.

Nei, her er onki løgfrøðiligt ivamál, tí ein lógartekstur skal altíð lesast í samanhangi við viðmerkingarnar til lógina, ið júst hava til endamáls at útgreina týdningin av orðavali, setningum og orðum, ið eru nýtt í sjálvum lógartekstinum (endamálið/andin í lógini). Viðmerkingarnar til lógina um Vágatunnilin tosa bara um, at lánið skal gjaldast aftur við nýtslugjaldi, og tí gevur tað onga løgfrøðiliga meining at argumentera fyri, at orðið "útveganarkostnaður" eisini fevnir um íløgupartin hjá landinum á 160 mió. Ella sagt við øðrum orðum, so vinnur ein greið viðmerking til ein lógartekst á einum ógreiðum lógarteksti.
Teir politikkarar, sum vóru til at gera lógina um Vágatunnilin, ivast ikki í, hvat teir samtyktu á sinni, og tískil hava núverandi løgtingslimir ella landsstýrisfólk hvørki sakliga orsøk ella løgfrøðiliga heimild til at broyta ella sáa iva um endamálið ella tulkingina hjá teimum, sum gjørdu og samtyktu lógina. "Lóg er lóg, og lóg skal haldast" - eisini av núverandi politiskum valdsharrum!

Samanumtikið kann tí sigast, at meðan byrjanin av "bumm-málinum" var løgfrøðislig, so forðar løgfrøðin á ongan hátt fyri, at málið kann enda sum upprunaliga ætlað, nevniliga, at politiski myndugleikin heldur sín part av lógarfestu avtaluni, ið varð gjørd við m.a. vágafólk um, at tað skal verða ókeypis at koyra ígjøgnum Vágatunnilin, tá LÁNIÐ er afturgoldið.

Og lat tað verða lagt afturat, at spurningurin um fígging av viðlíkahaldi av landsvegakervinum, útreiðslur til nýggjar tunnlar, ella møguligar ætlanir um ein meira rættvísan infrastruktur-politikk í framtíðini, heldur ikki kann brúkast sum løgfrøðiligt argument fyri at snúgva sær undan omanfyri nevndu skyldum hjá sitandi politiska myndugleikanum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder