2019-04-03 12:12

??? Eg havi siglt við Arctic Viking í eitt gott ár, og mær dámar væl lívið og arbeiðið umborð, men hetta verður neyvan mítt lívsstarv. Tað sigur 21 ára gamla Sára Arabo av Oyrarreingjum.
??? Tá eg var liðug við fólkaskúlan, fór eg á Fiskivinnuskúlan í Vestmanna, har eg gekk í trý ár.
Mær hevur altíð dámað at rokast og at gera ting, onnur halda, eg ikki klári.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald