JN

Nakrar myndir frá flogvøllinum í morgun

...

2015-03-20 19:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eina løtu í morgun vóru 12 størri og smærri flogfør á flogvøllinum í Vágum. Samanlagt hava tað verið 14 ymisk flogfør á flogvøllinum í Vágum higartil í dag.

Tey koma úr eitt nú Danmark, Bretlandi, Fraklandi, Sveits og Eysturríki Í dag, 20 mars, verður mett av flogvøllinum at tað verða einar 30-40 komur og nakað tað sama av fráferðum.

Umframt at dagurin var serligur tí at tað var sólarmyrking, so er hann eisini serligur fyri føroyska flogvinnu tí at danska flogfelagi DAT setti met tá ið tað setti seg við teirra MD83 flogfari sum er størsta ferðafólkaflogfar sum nakrantíð hevur sett seg í Vágum. Flogfari er 45 metur langt.

Sagt verður av flogvøllinum at tað hevur gingið stak væl at fáa ferðsluna frá hondini, og at ferðafólkini lata væl at tænastuni sum tey fáa í Føroyum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder