Vinna

Næsti skiparafundurin verður 29. desember 2017

...

2016-12-30 11:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Skiparafundurin 2016.

Hódagin 29. desember varð skipað fyri skiparafundi í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Hetta er aðru ferð, at ein slíkur fundur verður hildin.

Fundurin er ætlaður sum ein kunningarfundur til yvirmenn innan fiskivinnuna, har millum annað veitarar innan útgerð til fiskivinnuna, kunna um sítt virksemi og tilboð, umframt tað nýggjastu tøknina og útgerðina á marknaðinum. Eisini er hetta ein góður møguleiki fyri yvirmenn at hittast til eitt nærri hugnaligt prát, fyri at samskifta um royndir og hugskot annars frameftir.

Skráin fyri dagin var løgd soleiðis til rættis, at veitarar høvdu framløgur og luttakarar høvdu møguleika at seta fram spurningar vm.

Byrjað varð við morgunmati og hálvan tíma seinni vóru framløgur á skránni.

·Framløga: FISHERING SERVICE ??? Jón Nolsøe Olsen

·Framløga: ICON ??? Torvald Thomsen - Nýggj ljóðskipan og MLD hurðar ??? Multi Level Door

·Framløga: VIKMAR - Webinar við sølu og tøknikara hjá Marport í Íslandi

Á miðdegi var steðgur, har luttakarar noti ein betri bita. Eftir steðgin vitjaði ein gestarøðari, nevniliga Høgni Hoydal fiskimálaráðharri. Røðan var sera áhugaverd og fevndi generelt um føroyska fiskivinnu og útlit annars. Fiskimálaráðharrin gav sær góðar stundir og bjóðaði øllum fundarluttakarum at seta spurningar og annars koma við viðmerkingum alt eftir egnum ynski. Sum vera man, vóru nógvir spurningar og dúgliga, men siðiliga, varð kjakast í ein góðan tíma. Fiskimálaráðharrin takkaði fyri nógv góð hugskot og viðmerkingar annars. Síðani helt fundurin áfram við framløgum.

·Framløga: RADIOB??ÐIN - Sølumaður úr Noregi, nýggja Scanmar brúgvaskipanin

·Framløga: V??NIN ??? Jógvan og Søren

·Framløga: INJECTOR DOORS ??? Eyðstein Elttør

Klokkan 16:30 endaði fundurin og vóru allir luttakarar sera væl nøgdir við ein kunnandi og gevandi dag.

Fyrireikarnir, Símun Gullaksen og Anfinn E. Jacobsen, sum er skipari á grønlendska rækjutrolaranum ???Markus??? boða frá, at hetta tiltak er komið fyri at vera og næsti skiparafundurin verður 29. desember 2017.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder