Ítróttur

Næstan útselt ímóti Lettlandi

...

2017-09-25 07:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: - Tað er fantastiskt at spæla á einum fullsettum Tórsvølli, og tað hava vit eisini brúk fyri, um vit skulu náa okkara máli, sum er at fáa fulla úrtøku ímóti Lettlandi, sigur Gunnar Nielsen, landsliðsmálverji, í samband við heimadystin ímóti lettum, sum verður um góðar tvær vikur.

A-landsliðið við monnum hevur tveir dystir eftir at spæla í undankappingini til HM 2018, sum verður í Russlandi komandi summar. Leygardagin 7. oktober klokkan 17:00 spæla Føroyar og Lettland á Tórsvølli, og týsdagin 10. oktober spælir føroyska landsliðið á Groupama Arena í Budapest, har ungarar vera vertir.

Atgongumerkjasølan til heimadystin ímóti lettum hevur gingið væl, og higartil eru eini 4.350 atgongumerkir seld. Á Tórsvølli eru 4.806 setur, so tað merkir, at bara eini 450 atgongumerkir eru eftir.

- Sjálvt um vit vunnu fyrra dystin í Lettlandi, so verður hetta als ikki nøkur løtt uppgáva. Teir fara at gera alt fyri at hevna tapið fyri einum ári síðani, so vit hava brúk fyri øllum hugsandi stuðli á áskoðaraplássunum, sigur Gunnar Nielsen við heimasíðuna hjá FSF.

Atgongumerki til HM-undankappingardystin millum Føroyar og Lettland fáast her: Nethandilinum / Føroyar - Lettland

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder