JN

Næstan 100 kg av rúsandi evnum funnin umborð á Norrønu

...

2015-09-09 19:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tollvaldið á Seyðisfirði hevur funnið eina sera stóra nøgd av rúsevnum í einum húsvogni, sum kom við Norrønu til Íslands í gjár, tað skrivar ruv.is.

Sambart keldum hjá Ruv, so er hald lagt á næstan 100 kg av rúsevnum, og eitt útlendskt par er varðhaldsfongslað, og skulu tey til avhoyringar í Reykjavík í morgin.

Løgreglan í Íslandi vil ikki gera viðmerkingar til málið.

Hetta er næsti stóri rúsevnafongur, sum funnin er í ár á Eysturlandinum. Hin stóri fongurin varð funnin, tá hollendsku moðgurnar smugladu 20 kg fyrr í summar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder