Hóast sera vánaligt veður í fyrsta árfjórðingi í ár, so er nærum sama nøgd fiskað, sum fyrsta ársfjórðing í 2014.
Hagstovan skrivar:
Avreiðingarnar tilsamans fyrsta ársfjórðing í ár vóru í nøgd eitt vet minni enn sama tíðarskeið í fjør og fyrra árið.
Av teimum týdningamestu fiskasløgunum vaks nøgdin av toski ein triðing, og upsin minkaði 13%. Hýsan kvinkaði eitt vet uppeftir, men seinastu árini hevur hýsunøgdin verið serliga lág.
Av øðrum botnfiski, eitt nú brosmu og longu, er nøgdin minni í ár enn í fjør ??? ávikavist 43% og 30% minni.
Samlaða nøgdin í ár av flatfiski er vaksin 11%. Í mun til í fjør er landað væl meira av svartkalva.
Viðvíkjandi toskinum skal havast í huga, at toskurin veiddur á Flemish Cap er við í avreiðingunum.
Tekin eru um, at fiskaprísirnir yvirhøvur roynast betri í ár enn í fjør. Avreiðingarvirðið fyrsta ársfjórðingin var góðar 22 milliónir krónur størri enn í fjør, svarandi til ein vøkstur á 13%.
Verður fyrsti ársfjóðringurin í ár samanborin við fyrsta ársfjóðring undanfarin ár, sæst, at feskfiskaveiðan ikki er góð fyri tíðina.
Í talvuni og strikumyndini niðanfyri er botnfiskanøgdin í fyrsta ársfjóðringi í ár samanborin við undanfarin ár, og staðfestast kann, at nøgdirnar, sum eru landaðar seinnu árini, eru smáar.
Avreiðingartølini fyri 1. ársfjórðing 2015 eru nú tøk í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald