2016-03-21 21:49
Næraberg, sum landaði í Hollandi seinasta túr, verður aftur á fiskileið vestur úr Írlandi í nátt. Næraberg kom til Amsterdam seinasta hósdag við 3.200 tosum av heilfrystum svartkjafti.
Eftir at teir høvdu landað og tikið útgerð til nýggjan túr og somuleiðis skift fólk fóru teir aftur úr Hollandi, teir løgdu leiðina norður um Skotland.
Á leiðini vestur úr Írlandi eru føroysku skiðini - Norðingur, Tróndur í Gøtu og Fagraberg, har eru eisini fleiri russisk skip.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald