2016-02-19 23:04
Næraberg, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu vestur úr Írlandi, hevur onkrar smávegis trupulleikar, teir fara tí í dokk í I-Jmiuden í Hollandi, sum liggur tætt við Amsterdam.
Vit á JN.fo tosaðu við skiparan á Nærabergi - John Leif Joensen - fyri løtu síðan. Teir eru staddir í Kanalini ávegis norður til Holland, John Leif segði, at teir blivu inni tíðliga í morgin, teir hava 300 tons av svartkjafti inni, sum teir landa áðrenn teir fara í dokk. John Leif roknaði við, at teir komu skjótt út aftur úr dokkini - tá fara teir beint aftur til svartkjaftafiskiskap vestur úr Írlandi.
Teir lata heilsa heima.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald