2016-04-06 15:09
Næraberg, sum hevur roynt í ES-sjógvi vestur úr Hebridunum, siglir til Føroyar við 3.200 tonsum av heilfrystum svartkjafti, sum teir skulu landa í Kollafirði fríggjadagin.
Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir søgdu, at veðrið hevði verið gott hendan túrin, teir høvdu ikki havt nakran bakkdag, tað er góður svartkjaftur teir hava fingið í ES-sjógvi, Næraberg verður á Kollafirði hóskvøldið.
Tað eru 41 mans við Næraberg, skipari er Kristian Dam úr Kollafirði.
Næraberg fer helst í føroyskan sjógv at fiska, tá ið teir fara nýggjan túr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald