2016-08-02 20:30
Næraberg og Slættaberg, sum hava verið til makrelfiskiskap við Eystur-Grønland, har teir hava samtrolað, fóru í morgun at sigla heim.
Næraberg hevur tikið ímóti veiðuni og hon er arbeidd umborð á Næraberg, tilsamans hava teir 2.800 tons av heilfrystum makreli - tað er góð stødd á makrelinum.
50 mans eru við Næraberg og Slættaberg, teir verða eftir ætlan á Kollafirði fyrrapartin hósdagin, so teir gleða seg óført, at koma heim til Summarfestivalin.
Næraberg og Slættaberg fóru úr Føroyum 2. juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald