2017-07-29 09:31
Næraberg og Slættaberg koma heim í dag. Teir hava verið við Eystur-Grønland, har teir hava partrolað eftir makreli, teir hava 2.600 tons - Næraberg hevur tikið inn.
Næraberg fer á Kollafjørð, har veiðan verður landað og Slættaberg fer á Klaksvík, teir verða inni um 16-17-tíðina.
Føroyska makrelkvotan við Eystur-Grønland var 4.000 tons, sum øll er fiskað. Norðborg og Christian í Grótinum hava fiskað hin partin av kvotuni - teir partrolaðu ikki, men royndu hvør sær - Norðborg og Christian í Grótinum komu á Klaksvík í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald