Vinna

Næraberg og Slættaberg fara til Grønlands at fiska makrel

...

2016-06-30 15:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fyrst í komandi viku fara Næraberg og Slættaberg til Eystur-Grønlands har teir skulu partrolað eftir makreli.

Næraberg, sum hevvur roynt eftir svartkjafti norðanfyri, siglir inn við 2.300 tonsum, sum teir skulu landa í Kollafirði í morgin, Næraberg hevur hendan túrin verið úti í 21 dagar - skipari hendan túrin er Kristian Dam úr Kollafirði.

Okkurt smávegis viðlíkahaldsarbeiðið er at gera, áðrenn teir fara til Grønlands.

Slættaberg var royndartúr í dag, Slættaberg hevur ligið í eina tíð, tí fóru teir í dag ein túr við skipinum, at royna um alt virkaði sum tað skal.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder