2015-09-30 16:26
Næraberg kemur á Kollafjørð seinnapartin í dag við knapt 2.800 tonsum av heilfrystari sild og makreli.
JN.fo tosaði við skiparan John Leif Joensen í morgun. Hann sigur, at teir komu undir land norðanfyri seint í gjárkvøldið, teir hava arbeitt undan í nátt og í dag vaska teir skipið, áðrenn teir koma á Kollafjørð seinnapartin.
Tað eru 41 mans við Nærabergi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald