2019-02-05 11:05

Næraberg siglir inn av svartkjaftafeltinum sunnanfyri, teir fara í kvøld á Fuglafjørð at bunkra, og í morgin skulu teir landa í Kollafirði, Næraberg hevur 3.200 tons.
Vit tosaðu við skiparan Ásmund Olsen fyrr í morgun, hann segði at fiskiskapurin hevur verið smáligur, teir hava verið úti í góðar 3 vikur, Ásmund segði eisini, at teir høvdu havt nakrar tekniskar trupulleikar, sum gjørdi, at teir vórðu tarnaðir við fískiskapinum.
Tað verður okkurt at gera við skipið, áðrenn teir fara nýggjan túr, tí verða teir helst liggjandi á Kollafirði í nakrar dagar.
Tað eru 41 mans við hendan túrin.
Í morgun eru bara 4 føroysk skip á feltinum - Norðborg, Arctic Voyager, Høgaberg og Tróndur í Gøtu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald