2017-02-23 09:06
Næraberg, sum hevur roynt eftir svartkjafti 200 fj. vestur úr Írlandi, fór í gjár at sigla til Hollands har teir skulu landa.
Næraberg hevur fulla last - 3.200 tons -
Vit á JN.fo tosaðu umborð seint í gjárkvøldið, teir rokna við, at koma til Hállands leygardagin.
Veðrið hevur verið hampuligt, tó hava teir havt onkrar bakkdagar.
Tróndur í Gøtu, Norðingur og Fagraberg royna eisini vestur úr Írlandi, har eru fleiri russisk skip, eisini hava donsk skip roynt har.
Skipari á Næraberg er Kristian Dam úr Kollafirði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald