2015-08-23 15:13
Næraberg, sum hevur verið til makrelfiskiskap í Eystur-Grønlandi er komin heim, teir bunkra á Fuglafirði í morgun og síðan fara teir á Kollafjørð at landa veiðuna - 1.225 tons av makreli, teir verða á Kollafirði um 16-tíðina í dag.
JN.fo tosaði í morgun við skiparan Kristian Dam, hann segði, at teir fóru úr Føroyum 18. juli. Veðurlíkindini í Eystur-Grønlandi vóru sera vánalig og tað kom ikki nógv burturúr fiskiskapinum, teir hava bæði trolað einsamallir og partrolað har yviri, seinastu dagarnar partrolaðu teir við Polar Amaroc. Tað er góður makrelur teir hava í lastini, vektin liggur frá 450 grammum og uppeftir.
Tá ið teir hava landað, fara teir at rigga til nýggjan túr, teir fara aftur til Grønlands.
Manningin hendan túrin var 40 mans.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald