2016-09-16 11:02
Næraberg, sum er á makrelveiðu norðanfyri. er um at fáa fulla last, tað hevur gingið væl hendan túrin og nógvur makrelur er at síggja.
Vit hava tosað við skiparan John Leif Joensen, hann segði, at tað hevur gingið væl, nú kappast KÍ-arnir við dystin, sum verður sunnudagin kl. 15 í Gøtu har KÍ skal á vitjan hjá Víkingi, dysturin verður kapping um oddasessein í EFFO-deildini - nógvir klaksvíksingar eru við Næraberg - so kanska tað gongur hjá teimum.
Næraberg skal landa í Kollafirði, tað verður so antin sunnudagin ella fyrst í komandi viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald