Vinna

Næraberg kemur fullfermdur á Kollafjørð

...

2019-04-22 13:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Næraberg kemur í morgin á Kollafjørð, Næraberg er fullfermdur av heilfrystum svartkjafti - umleið 3.200 tons.

Teir byrjaðu fiskiskap vestur úr St. Kilda, men fluttu norður í føroyskan sjógv, tá ið fiskiskapurin tók seg upp har.

Vit tosaðu við skiparan - Rólvur í Norðnastovu - fyri løtu síðan, teir eru komnir undir land, teir vaska skipið og gera klárt at koma inn, hann roknar við, at teir verða á Kollafirði um middagin í morgin, hesin túrurin hevur vart í 16 dagar.

Tað eru 41 mans við Næraberg hendan túrin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder