Vinna

Næraberg kemur fullfermdur á Kollafjørð

...

2019-04-02 10:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Næraberg kemur fullfermdur á Kollafjørð um 5-tíðina seinnapartin í dag, teir hava góð 3.200 tons av heilfrystum svartkjafti í lastini.

Næraberg hevur roynt í ES-sjógvi, tór fóru avstað 16. mars.

Byrjað verður at landa beinanvegin teir koma á Kollafjørð.

Skiparin Rólvur í Norðnástovu segði fyri løtu síðan, tá ið vit tosaðu við hann, at teir komu inn undur Suðuroynna um eina løtu, veðrið er gott sunnanfyri. Hann segði eisini, at ætlanin er at fara nýggjan túr hóskvøldið ella fríggjadagin.

Tað eru 41 mans við Næraberg hendan túrin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder