2017-06-13 10:01

Næraberg, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu, kom undir land eystanfyri tíðliga í morgun, teir vaska skipið og gera klárt at koma inn.
Vit tosaðu við stýrimannin - Jens Kristian Simonsen - fyri løtu síðan, hann segði, at teir hava 3.180 tons av heilfrystum svartkjafti, sum teir skulu landa í Kollafirði, teir byrja at landa kl. 20 í kvøld.
Næraberg hevur verið til fiskiskap í tríggjar vikur, manningin telur 41 mans.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald