2016-02-08 15:00
Næraberg, sum hevur partrolað við Safir í ES-sjógvi eftir makreli, kemur á Kollafjørð kl. 13 í dag, teir hava 2.200 tons av heilfrystum makreli, sum verður landaður í Kollafirði.
Vit á JN.fo tosaðu umborð í morgun, teir søgdu, at sjálvt um tað var stórur munur á Næraberg og Safir, so riggaði væl at partrolað, men teir brúkttu ikki so stórt trol. Makrelurin teir hava fingið er góður makrelur.
Tá ið liðugt er at landa í Kollafirði, tá fer Næraberg aftur á svartkjaftaveiðu - Vit skrivaðu í gjárkvøldið um Christian í Grótinum, sum í morgun landar til Havsbrun - teir høvdu 2.400 tons, harav 1.200 tons var stórur svartkjaftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald