2017-09-16 09:23
Næraberg kemur á Kolllafjørð fyrrapartin í morgin, teir hava góð 2.000 tons.
Vit tosaðu við skiparan - Bergur Petersen - fyri løtu síðan, Bergur sigur, at teir fara til Hollands at landa, tí at goymslurnar her eru nærum fullar.
Bergur segði at nógvur makrelur er at síggja í føroyskum sjógvi, men teirra kvota er nú fiskað. Teir hava leitað eftir sild og svartkjafti, men tað var ikki nógv at síggja.
Næraberg kemur aftur til Føroyar so skjótt teir hava landað í Hollandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald