2016-05-22 12:19
Næraberg kemur á Kollafjørð tíðliga í morgin við 3.200 tonsum av heilfrystum svartkjafti, sum teir landa í Kollafirði.
Vit á JN.fo tosaðu við skiparan - John Leif Joensen - fyri løtu síðan, John Leif segði, at nú var tað góður svartkjaftur teir fingu, teir hava roynt sunnalaga í føroyskum sjógvi.
Í løtuni liggja teir suður úr Nólsoynni og vaska alt skipið.
Tað eru 40 mans við Næraberg hendan túrin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald