2016-08-12 15:18
Næraberg, sum seinasta túr partrolaði við Slættaberg í grønlendskum sjógvi, hevur landað 2.800 tons av heilfrystum makreli í Hollandi.
Næraberg kemur á Kollafjørð um 22-tíðina í kvøld.
Næraberg verður so riggaður til, at fara á makrelveiðu í føroyskum sjógvi, teir rokna við at sigla aftur manadagin.
Í løtuni eru Norðborg og Christian í Grótinum á makrelveiðu norðanfyri - á uml. 64,2N og 6V.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald