Vinna

Næraberg hevur gott og væl hálva last

...

2016-03-09 10:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Vit hava frætt frá Nærabergi, sum roynir eftir svartkjafti vestur úr Írlandi -- á uml. 53 N og 16 V, sum er góðar 200 fj. vestur úr Írlandi, teir siga, at fiskiskapurin er hampuligur, Næraberg hevur gott og væl hálva last av heilfrystum svartkjafti - Næraberg tekur 3.200 tons.

Skiparin John Leif Joensen sigur, at fiskiskapurin er brúkligur, tá ið tað viðrar, teir hava havt 4 bakkdagar, síðani teir byrjaðu.

Tvey onnur føroysk skip eru á leiðini vestur úr Írlandi, tey eru Jupiter og Norðingur.

Trý føroysk svartkjaftaskip eru í føroyskum sjógvi, tey royna eystur ímóti hetlendska markinum, har eru Tróndur í Gøtu, Høgaberg og Fagraberg.

Christian í Grótinum hevur verið í Íslandi og landa, teir eru ávegis aftur í føroyskan sjógv.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder