2016-12-01 10:13
Næraberg, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu norðan- og eystanfyri, hevur gjørt ein skjótan túr, teir fóru av Kollafirði 16. november og hava nú fulla last 3.190 tons av heilfrystum svartkjafti.
Vit á JN.fo tosaðu við skiparan - Kristian Dam - í morgun, teir liggja eystur úr Nólsoynni og vaska skipið, áðrenn teir koma á Kollafjørð í kvøld.
Kristian sigur, at teir skulu landa veiðuna í Hollandi, teir fara av Kollafirði helst leygardagin, sigur hann.
Fiskiskapurin hevur verið góður og svartkjafturin er í góðum standi, segði skiparin í morgun.
??ll kvotan, sum Næraberg hevði fyri í ár, er nú fiskað, so teir fara ikki aftur til fiskiskap aftur fyrrenn eftir nýggjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald