2015-12-18 19:47
Næraberg kemur á Kollafjørð seinnapartin í morgin við fullari last av heilfrystum svartkjafti - uml. 3.200 tons.
Næraberg hevur eins og hini føroysku svartkjaftaskipini fiska eystanfyri, teir byrjaðu fiskiskap 3. desember.
Tað eru 41 mans við Nærabergi hendan túrin, skipari er Kristian Dam úr Kollafirði.
Veiðan verður landað í Kollafirði.
JN.fo tosaði umborð fyri løtu síðan, teir arbeiða undan og gera skipið reint, Næraberg liggur í løtuni eystur úr Nólsoynni.
??tlanin er at fara nýggjan túr 27. desember.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald