Vinna

Næraberg fiskar svartkjaft á 64 N.

...

2016-06-26 18:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Vit á JN.fo tosaðu umborð á Næraberg fyri løtu síðan, teir eru staddir norðanfyri á 64 N og 8 V, sum er vestur ímóti íslendska markinum.

Næraberg fiskar svartkjaft, teir hava gott og væl hálva last - uml. 1.800 tons av heilfrystum svartkjafti. Fiskiskapurin er hampuligur, teir hava teir seinastu dagarnar ligið um 200 tons um døgnið.

Næraberg byrjaði fiski skap 14. juni, fyrst royndu teir í Bankarennuni, men fluttu skjótt norðurum at royna.

Tað eru 41 mans við Næraberg, skipari er Kristian Dam úr Kollafirði.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder